Við einum smíli til tín

Føroyingar hava altíð etið nógvan fisk, og fátækir ótu eisini tara. Í so máta er einki nýtt undir sólini og einki bein í sushi, hóast tú billar tær nakað fínari inn. Vit hava bara gjørt tað rátt og lekkur og givið tí eitt eksotiskt navn. So einfalt og so gott. Væl gagnist!

Eti:-)mologi

Sushi: japanskt fyri “sum smakkar súrt”. Meira enn túsund ára gamalt og vísir til upprunaligt sushi. Toskur: germanskt “Þurska”. Fiskurin varð oftast turkaður í gomlum døgum. Haðani navnið. Rís: forntamilskt “arici”. Elligamalt orð, sum komið er eystaneftir inn í grikst og haðani til alt Evropa.

Útvið er lætt og leskiligt

At eta úti heima er einfalt við etika. Tú fært leskiliga og sunnan mat, sum er lættur og smartur at seta á borðið.

Tú kanst bíleggja útvið sólarringin runt, men tað bílagda verður veitt, tá etika opið mánadag til leygardag frá 11.30-22.00 og sunnudag frá 17.00-22.00. Til ber at heinta matin á etika ella at biðja um heimkoyring í Tórshavn. Veitingartíðin til útvið er vanliga 1 tíma. Tú kanst eisini sleppa undan bíðitíðini við at koma fram við á etika og keypa úr boksini.

grøna gávan

Peningur fyri sølu av vatni á Etika verður óskerdur latin einstaklingi, fyritøku, stovni ella felagsskapi til umhvørvisendamál.

Tey, ið hava fingið Grønu gávuna frá etika, eru:
2010 Finnbogi Joensen, kr. 33.088
2011 Føroya Prent, kr. 42.320
2012 Anna Louisa Joensen, kr. 45.644
2013 Reinhaldið í Tórshavn, kr. 46.094
2014 Spískamarið, kr. 46.970
2015 Føroya Sjósavn, kr. 47.450
2016 Ævintýraheimurin við Biritu Arge, kr. 45.165
2017 Ringrás, kr. 44.120
2018 Diskosuppan – Slow Food Føroyar, kr. 44.345

Opið er:
mánadag til leygardag
11.30-22.00

sunnudag
17.00-22.00

Áarvegur 3
100 Tórshavn
Føroyar

Tel +298 319 319
etika@etika.fo

© Copyright etika 2018